Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Bókmentagongutúrur stytsta dag

Tíðindaskriv

Mánadagin 21/12 kl. 17 verður bókmentagongutúrur í sambandi við jólakalendaran í “Svørtu talvu í Norðragøtu”.

Byrjað verður við “Svørtu talvu” í Tróndargøtu 18, har lisið verður. Síðani gongur leiðin til Býráðshúsið, har lisið verður. So gongur leiðin til “Húsið hjá Karli”, har lisið verður og høvi verður í smáum bólkum at síggja framsýning og miðhædd.

Farið verður so til seinasta steðgistað, sum er “Blásastova”, har tað seinasta verður lisið, áðrenn vit fáa okkurt heitt at drekka við góðum jólakøkum úr ymsum londum afturvið í túninum ella í smærri bólkum í “Glyvra-Hanusarhúsi”

Sum vera man, avger veðrið lutvíst, hvussu bókmentagongutúrurin verður gjøgnumførdur.

Rithøvundarnir, sum luttaka, eru: Vónbjørt Vang, Kim Simonsen, Beinir Bergsson og Meinhard Jensen.

 

Hjartaliga vælkomin!

Fyrireikarnarnir