Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Bollarnir á KSS

Dávur Winther

Ein frálíkur dagur við nógvum ymisku á ská – eina rennibreyt og tríggjar konsertir.

Smærri tiltøk hava seinastu dagarnar sett ein serligan dám á vikuna, og í dag varð hildið fram. Rennibreytin tikin alment í nýtslu, hugnaligar gongutúrar í býnum, har borðreitt hevur verið við ikki minni enn trimum konsertum.

Á LookNorth, Kjølbro Heilsølu og so á KSS stóðu dyrnar opnar við ymiskum leskiligum og so eisini forkunnugum tónleikaligum upplivingum.

Danny og Ingi inni á lagrinum í Heilsøluni kl. 13 og kl. 15 vóru TOS í virkisbygninginum hjá LookNorth.

Á KSS varð lagt frá landi kl. 16 við hoppiborg og grillaðar pylsur í smiðjuna. Kl. 17 vóru Bollarnir á skrá í stóru verkstaðshøllini, har hópin av fólki møtt upp og róumurin var óførur til forkunnuga sangin hjá Bollunum. Teir vóru í góðum lag og høvdu góðar og skemtiligar frásagnir millum sangirnar.

Í kvøld er so Disko & Konsert í Dávavirkinum við Adrenaline fyri ung í 7. flokki til og við 18 ár

Kostnaður kr. 100,- og limir í Húsinum kr. 50,-.

Harleyfacadeacryl