Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Bóndafelagið: Sig sannleikan, Høgni Hoydal!

Bóndafelag Føroyar

Tað er bæði átaluvert og fulkomuliga burturvið at Høgni Hoydal roynir at billa fólki inn, at lógaruppskotið hevur verið viðgjørt út í æsir á hoyringarfundum, tá veruleikin er tann beint øvugti.

 

 

Í degi og viku í gjárkvøldi, segði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, soleiðis um uppskotið til ferðavinnulóggávu:

”Endamálið við teimum hoyringarfundum sum vóru var sjálvandi at viðgera lógaruppskotið út í æsir, og tað er blivið gjørt.”

Hetta er ósatt. Á teimum trimum hoyringsfundunum, sum bóndafelagið var til, slapp felagið ikki so mikið sum at síggja lógaruppskotið. Tí hevur uppskotið sjálvandi ikki verið viðgjørt út í æsir, sum landsstýrismaðurin vil vera við. Í veruleikanum hevur sjálvt uppskotið ongantíð ligið á borðinum, við undantaki av § 1.

Tað er tí bæði átaluvert og fulkomuliga burturvið at Høgni Hoydal roynir at billa fólki inn, at lógaruppskotið hevur verið viðgjørt út í æsir á hoyringarfundum, tá veruleikin er tann beint øvugti.

Harleywoodpaint