Sambandsflokkurin er gingin saman við samgonguni, og málið um gongd í haga ella
burðardygga ferðavinnu verður tí helst samtykt. Nógvar broytingar eru gjørdar, meðan
okkurt av tí meira prinsipiella stendur við. Eitt nú fær bóndin ikki rætt til at nokta
ferðafólki atgongd til sína jørð uttan í serligum føri, og hann fer heldur ikki at hava loyvi
til at taka pening fyri atgongd til jørð sína – einans fyri tænastur.
Í álitinum stendur m.a., at ”Handilslig ferðavinna, herundir bólkar, kann bert útinnast og
skipast í samráð við bóndan sambært avtalu, sum samstundis hevur heimild til at krevja
eitt gjald mótvegis tænastu. Bóndin kann eisini krevja gjald á serligum farleiðum uttangarðs frá
ferðafólki annars, ímóti at veita tænastu.”
Men í álitinum stendur eisini í viðmerking 6, at sjálv atgongdin til jørðina ikki er ein tænasta,
sum gjald kann takast fyri: ”Tað er sostatt ikki loyvt at taka gjald fyri atgongd; øll gjøld eru
treytað av, at ein tænasta verður veitt fyri gjaldið.” Sum dømi um tænastur verða nevnd atgongd
til vesi, matpakkar o.a.
Somuleiðis stendur í viðmerking 5, at ”Við broytingini verður ásett, at bóndin, heldur enn at
nokta virksemi, kann avmarka virksemi sambært teimum reglum, sum eru ásettar í § 11, stk. 3
(fjallgonga, haruveiða o.s.fr.).”
Hetta merkir, at um ein bóndi eitt nú ikki er áhugaður í ferðavinnu, hevur hann kortini ikki
møguleikan at nokta ferðafólki at koma á sína jørð, einans at avmarka hana ávísar tíðir, og hann
kann heldur ikki taka pening afturfyri atgongdina, einans fyri møguligar eykatænastur út yvir
atgongdina sum t.d. við at selja matpakkar til ferðafólkini.
Málið um burðardygga ferðavinnu kemur fyri til aðru viðgerð sum mál nr. 9 fríggjadagin 17.
mai. Tingfundurin byrjar kl. 9:30.




