Við sannførandi 3-0 sigri á Ternuni í kvøld, hava Mjølnir kvinnurnar trygga sær sæti í ársins hálvfinalum, sum verða leiktar í Klaksvík leygardagin 10. februar
Steypakappingin í flogbólti kallast Bónus kappingin.
Mjølnir hólvaði Ternuna av í kvøld. Dysturin vardi bert 62 minuttir, so høvdu okkara kvinnur greitt sína skyldu á Toftum í kvøld.
Við sigrinum er Mjølnir í hálvfinaluni. Enn er ikki greitt hvat mótstøðuliðið verður.
Ternan 0 – 3 Mjølnir, Settúrslit 10-25, 16-25 og 19-25





