Nú skulu steypavinnararnir í BÓNUSkappingini fyri YNGRI finnast!
Steypafinalurnar í BÓNUS kappingini fyri yngri leikarar verða í Høllini í Kollafirði fríggjadagin 6. og leygardagin 7. februar!
Steypafinalurnar Í Kollafirði verða, sum vant, fyriskipaðar við stroyming av øllum dystum og Taraflex gólvi.
SKRÁIN:
BÓNUS Steypafinalur fríggjadagin 06.02.2026
18:00 G19 Mjølnir – SÍ
19:30 MU Ternan – ÍF
BÓNUS Steypafinalur Leygardagin 07.02.2026
09:00 G14, B1 SÍ – Mjølnir
10:30 D17 Ternan – ÍF
12:00 G12 Dráttur – SÍ
13:15 D12 TBa – SÍa
14:30 G14,B2 TB – Ternan
16:00 D14 TB – SÍ
17:30 G16 SÍ – KÍF
19:00 KU Mjølnir – Fleyr
Atgongumerkið kunnu keypast við dyrnar.
Prísurin fyri fríggjadagin er 50 kr og leygardagin 100 kr. Tó er ókeypis atgongd fyri 16 ára gomul og yngri.











