Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Borðreiddu fyri UNESCO limum

Jóhann Lützen

Næmingar á Y1Matvøru25 á Tekniska Skúla gjørdu í gjár mat til UNESCO borðhald á 80 fólk í Varpinum.

Tað sluppu næmingarnir sera væl frá og fólk lótu sera væl at.

Sera flott má sigast. Serliga tí at meginparturin av næmingunum eru byrjaðir í yrkinum fyri bert góðum 5 vikum síðani, og hava aldrin roynt slíkt fyrr.

Eisini slapp ein av næmingunum at presentera – ella siga frá matarskránni, sum m.a. var heimsins besti laksur frá Bakkafrost.

Jú, gestirnir tóku til frálíka matin frá ungu og røsku næmingunum á TSK (Ein umráðandi táttur hjá UNESCO er undirvísing og læring), og at kvøldið annars, sum borgarstjórin var verur fyri, var eydnast sera væl.