Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Borgarstjórin: Ein søguligur dagur

John William Joensen

Hetta er ein søguligur dagur, tí hetta er fyrstu ferð, at Klaksvíkar Kommuna – í góðum samstarvi við Almannamálaráðið – sjálv letur byggja røktarheim. Hetta røktarheim kostar 55,7 mió. kr., harav kommunan hevur borið knappar 40 mió. kr., meðan landið hevur stuðlað við 16,8 mió. kr, segði Jógvan Skorheim í røðu tá Heimið við Vánna varð handa landnum

Røðan sum borgarstjórin, Jógvan Skorheim, helt:

Góðu tit øll, landsstýriskvinnan, leiðari og starvsfólk her í Heiminum við Vágna og tit øll, sum eru komin á vitjan.

Hetta er ein søguligur dagur, tí hetta er fyrstu ferð, at Klaksvíkar Kommuna – í góðum samstarvi við Almannamálaráðið – sjálv letur byggja røktarheim.

Hetta røktarheim kostar 55,7 mió. kr., harav kommunan hevur borið knappar 40 mió. kr., meðan landið hevur stuðlað við 16,8 mió. kr.

Hetta prógvar, at kommunan hevur ein sterkan vilja at taka sær av okkara eldru. Hesi fólk eru tey, sum hava slóðað vegin fyri okkum, og sum hava ment og bygt hetta góða samfelag til tað, sum tað er í dag.

Tey hava sanniliga uppiborið, at vit, sum verða vald at taka avgerðir fyri samfelagið, geva teimum virðilig og sømilig kor.

Tað er hetta nýggja heimið í Klaksvík eitt gott dømi um – og sum borgarstjórivil eg siga, at tað er eingin sum helst ivi um, at fyri tey eldru og teirra avvarðandi verður tað munandi lættari dagligdagur, eftir at kommunurnar hva fingið fulla ábyrgd av eldraøkinum.

Hesum leisti hava vit góðar royndir av, bæði á barnaansingarøkinum og barnaverndarøkinum.

Leisturin er greiður og tryggur:

har løgtingið verður yvirskipaða lóggávuvaldið,

har landsstýrið fer at hava eftirlit við økinum

har kommunurnar fáa fulla útinnandi ábyrgd.

Tað var á vári í 2009, at Klaksvíkar Býráð samtykti at søkja landið um stuðul til bygging av nýggjum røktarheimi.

Hetta varð gjørt, ásannandi tann stóra tørvin, sum tá var og framvegis er á eldraøkinum í Norðoyggjum.

Stutt frammandan hevði landsstýrið lýst løgtingslóg um stuðul til slíka bygging, og kommunan hevði fingið eina ábending um, at møguleikin fyri stuðli var góður í Norðoyggjum, tí her var – og er – tørvurin stórur á røktarheimsplássum.

Fyrstu skitsurnar til nýtt røktarheim eru dagfestar í juni 2009, og tann 23. junisamtykkir býráðið at senda umsókn send Almannamálaráðnum um studningslán til bygging av einum røktarheimi í Klaksvík.

Tá var ætlanin at byggja til 48 búfólk, og samlaða gólvvíddin var tá uml. 3600 fermetrar, og kostnaðurin var mettur til 73 mió. kr.

Kommunan var tá oman fyri eina álíkning í skuld, og málið kom tí upp á hægsta stig hjá landinum. Nógv samskifti er millum kommununa og Fíggjarmálaráðið um loyvi hjá kommununi, til tað neyðugu fíggingina.

Tann 13. oktober 2009 svarar Almannamálaráðið, at kommunan fær (treytaða) tilsøgn um stuðul til 24 búpláss. Hetta harmast kommunan tá um, tí hon helt, at tørvurin var í minsta lagi til 32 búpláss.

Summarið 2009 fer kommunan síðani undir arbeiðið, at tillaga røktarheimi til 24 búpláss.

Nú verður heimið teknað til at verða umleið 2100 fermetrar til støddar, sum síðandi verður til eina samlaða bruttovídd uppá einar 2.600 fermetrar

Nógv samskifti er við Fíggjarmálaráðið, tí kommunan heldur, at treytir sum FMR setir, eru órímiligar fyri tí fíggjarliga partinum, men í november 2009 tók býráðið undir við einari semju við FMR um fíggjarliga partin av málinum.

Bygginevndin fyri byggingina var hendan:

Jancy Biskopstøð, sosialdeildarleiðari er formaður

Henry Mellemgaard, Roknskaparleiðari

Hans Fróði Hansen, Tekniska Umsiting

Elsba Lútzen, Almannaráðið

Gunleyg Durhuus, Almannaráðið

Jákup F.N. Mikkelsen, býráðslimur

Elsebeth Mercedis Gunleygsdórrur, býráðslimur og forkv. í SoN

Ein stýrisbólkur verður settur:

Gunvá við Keldu borgarstjóri

Óli M. Lassen, formaður í Teknisku Nevnd

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, forkvinna í Sosialu Nevnd, og fýra umboð fyri umsitingina:

John Færø,

Heri M. Hammer,

Jancy Klein

Henry Mellemgaard

Í oktober 2011 verður avtala gjørd við:

Kristian Rasmussen, um at hann verður byggiharraráðgevi hjá Klaksvíkar Kommunu og við FUGLARK um at teir verða Høvuðsráðgevi og hava sáttmála við Klaksvíkar Kommunu.

Undirráðgevara hjá FUGLARK eru:

LBF ella Landsbyggifelagið sum tekur sær av konstruksjónum

PB-Consult og Veri-Con sum tekur sær av HVS-arbeiði og kloakk

KJ Elráð sum tekur sær av El-arbeiðinum

Arbeiðið varð boðið út á sumri í 2001, og sáttmáli gjørdur við hesar arbeiðstakarar:

NH-Grevstur,

Andreas Poulsen,

Janus Poulsen,

Marni Eliasen,

Dánjal Poulsen

Erland Jacobsen.

Kanjon framdi høvuðsarbeiði (jørð-, kloakk-, betong-, timbur- stál-, snikkara- og lendisarbeiði)

Victor á Lakjuni sum framdi HVS-arbeiði

EL IN sum framdi sum El-arbeiði

Jan E. Andersen sum framdi Múraraarbeiði

AM-Máling við André Matras sum framdi málaraarbeiði

Henry Sjóstein sum framdi gólváleggingararbeiði

Sjálvt byggiarbeiðið byrjaði í september í 2011 og byggiarbeiðið skuldi aftir ætlan standa liðugt á sumri í 2013, og nú vit skriva 9. november, standa vit her og kunnu taka Heimið við Vágna í nýtslu.

Vit hava fingið eitt sera vakurt røktarheim í vøkrum umhvørvi. Heimið liggur við vánna. Við sjógvin. Millum høgu fjøllini. Og undir einum endaleysum himmalhválvi. Útsýnið er framúr gott. Her ber til at síggja hav, himmal, fjøll og virknu og hugnaligu Klaksvík. Og vónandi fer tað at kennast fjálgt og heimligt at búgva her í Heiminum.

Og so var tað maðurin, ið helt fyri, at tað snýr seg ikki um, hvussu gamal tú ert, men um hvussu tú ert gamal. Og kvinnan, sum segði, at tað góða við at vera eldri er, at tú sleppur frá at vera ung.

Her kunnu fólk njóta lívins heyst saman, minnast heitu løturnar frá summarinum, tosa um várið, ið var, og gleða seg til komandi dagar.

Kanska eru fetini ikki so títt, sum tey einaferð vóru. Kanska er ferðin nakað lægri, enn hon plagdi at verða. Og kanska er orkan ikki endaleys, sum hon einaferð kendist at vera. Men her ber til at liva. At kenna seg væl og heima. At uppliva og kenna hita og nærveru. At vera saman.

Eg vil bera Heiminum við Vágna, starvsfólki og búfólki alt tað besta. Eg vóni, at tit veruliga fara at kenna tykkum væl og kenna tykkum heima her í Heiminum.

Takk fyri!

Harleywoodpaint