Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Borgarstjorin er spentur at hitta útisetar

klaksvik.fo

Týskvøldið bjóðar Klaksvíkar kommuna útisetum møguleikan fyri at uppliva Klaksvík við øllum sansum í Føroyahúsinum í Keypmannahavn.

Endamálið við tiltakinum “Uppliv Klaksvík” er at geva útisetum innlit í nakað av tí, sum hendir í Klaksvík í hesum árum, umframt at varpa ljós á og skifta orð um bústaðar- og starvsmøguleikar í kommununi. Á skránni er eitt nú framløga, har Jógvan Skorheim, borgarstjóri fer at greiða frá nøkrum av teimum mongu verkætlanunum, sum bæði eru í gongd og á tekniborðunum í kommununi.

– Vit eru nú komin væl uppum 5000 borgarar í Klaksvíkar kommunu, og nú ræður um hjá okkum at halda fokus og fast í góðu gongdini. Nógv virksemi er í býnum og øllum norðurøkinum, og hetta skapar bæði vøkstur og arbeiðspláss innan fleiri ymisk yrki. Tí eri eg spentur at hitta nøkur av teimum, sum vónandi fara at mynda framtíðina í Klaksvík, tí eg eri fullvísur í, at samstarv og samband millum okkum sum kommunu og lesandi og aðrar útisetar er avgerandi fyri okkara framhaldandi menning, sigur Jógvan Skorheim.

 

Nakað til allar sansir

Føroyahúsið á Vesterbrogade verður karmur um tiltakið, har gestirnir sleppa at uppliva Klaksvík við nærum øllum sansum. Lekkur matskrá við góðum drekkilsi afturvið og møguleiki fyri at vinna vikuskiftispass til Summarfestivalin og gávukort frá handilsfelagnum eru til staðar, og harumframt verður tónleikur úr fleiri ættum við tað, at teir báðir klaksvíkingarnir í útlegd – Hallur Joensen, sum býr í Herning og Jógvan Hansen, sum býr í Reykjavík – koma at syngja og spæla.

Harumframt verða framløgur av ymsum slag. Borgarstjórin fer sum nevnt at leggja fram um Klaksvík í framtíðini, Kjartan Hansen og Eskild Norðbúð frá Kanjon koma at greiða frá um vinnulívið og starvsmøguleikar í býnum og Atli Danielsen, sum starvast hjá Norðoya sparikassa fer at leggja fram um sínar royndir við at flyta heim og at fáa starv. Harumframt kemur Bjartur Nolsøe, stjóri í Íverksetarahúsinum at greiða frá, hvørjir møguleikar og hvørjar tænastur eru í Íverksetarahúsinum, og sum nakað serligt verður eisini høvi hjá gestunum at uppliva Klaksvík uppá ein heilt serstakan og nýggjan máta.

– Á tiltakinum fara vit fyri fyrstu ferð at bjóða fram møguleikan fyri at uppliva nýggja miðbýin uppá ein heilt serligan máta í tykisveruleika, og hetta gleði eg meg ómetaliga nógv til, tí hetta trúgvi eg veruliga kann geva eina serliga uppliving og eina avbera góða mynd av, hvussu framtíðin í býarhjartanum sær út og enntá kennist, sigur Jógvan Skorheim.

Tiltakið “Uppliv Klaksvík” verður í Føroyahúsinum á Vesterbrogade 17 í Keypmannahavn, týskvøldið 24. apríl kl. 18 og øll eru vælkomin.