Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Borgarstjórin stúrin fyri hvat hendir aftaná valið

Jóhann Lützen

Karl Johansen, borgarstjóri hevur júst lagt eina áheitan á veljarar í Klaksvíkar kommunu á sín egna facebook vanga. Boðini fáa ymsar afturmeldingar

Borgarstjórin skrivar soleiðis á facebook

 

Áheitan á veljarar í Klaksvíkar kommunu

Nú val er í dag, eri eg eitt sindur stúrin fyri hvat hendir aftaná valið.
Kommunan hevur bert skattainntøkurnar at fíggja rakstur og íløgur, og tað ljóðar, at ætlanin er at skerja í inntøkunum hjá kommununi.

Kommunan hevur eitt blómandi vinnulív, sum hevur góðar karmar og vinnur nógvar pengar. Hetta ger at tey hava stórt yvirskot og tí gjalda heilt fitt av partafelagsskatti, sum kommunan far ein part av. Nú ætla serliga Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi at taka munandi meira inn í tøkugjaldi og tilfeingisgjaldi fyri at fíggja akademikaraumhvørvið í miðstaðnum. Hetta fer at viðføra, at yvirskotið hjá serliga alifyritøku og uppisjóðarfyritøkum í kommununi fer at minka og harvið gerst partafelagsskatturin minni og tað kemur at raka kommunukassan.

Kommunurnar hava við lóg ábyrgdina av barnaansingini, fólkaskúlanum og eldraøkinum, bara fyri at nevna okkurt úr rúgvuni og tað vísir seg, at hvørja fer landskassin manglar pengar, so skal tað ganga útyvir kommunurnar. Velji tí fólk, sum vilja geva vinnuni bestu korð, ella mugu kommunurnar fáa ein part, serliga av tøkugjaldinum, tí tað er kommunan, sum letur lendi og firðir til teirra virksemi.

Facebook vangin hjá Karl Johansen kann lesast her.