Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Borgarstjórin: Vit flagga alla vikuna fyri KÍ KVINNUM

Jóhann Lützen

Alla vikuna verður flagga við KÍ merkinum, nú kvinnurnar enn einaferð hava vunnið føroyameistaraheitið.

Eftir at KÍ kvinnur høvdu vunnið sannførandi sigur á B36 í Gundadali, varð við spenningi bíði eftir úrslitinum av dystinum millum NSÍ og ÍBV.

Tá ið tað gjørdist greitt seint út á seinnapartin, at NSÍ og ÍBV spældu javnleik varð greitt, at KÍ er føroyameistarar við fullum stigatali og hóast tað enn er 6 umfør eftir at spæla.

Longu tíðliga í morgun var veitra aftur við KÍ flagginum niðri í miðbýnum, eins og vit eisini sóðu, tá ið KÍ mennirnar skuldu spæla Champions League.

Borgarstjórin upplýsir fyri Norðlýsinum, at kommunan fer at veitra alla hesa vikuna fyri framúr flotta avrikinum hjá KÍ-kvinnum.

– Tær hava sannførandi vunnið føroyameistaraheitið í kvinnudeildini, og tað fara vit at flagga fyri alla hesa vikuna út. Tær eru ein stoltleiki fyri býin og kommununa, og tað er eitt bragd at tær longu hava vunnið, hóast 6 umfør eru eftir, sigur borgarstjórin, ið ynskir teimum hjartaliga tillukku við Føroyameistaraheitinum.