16 ára gamli Børge Petersen spældi frá byrjan hjá KÍ í dag móti AB.
Hetta er hansara fyrsti dystur í landskappingini í bestu deildini, og hetta merkir samstundis sambært FaroeSoccer, at Børge er yngsti leikarin, sum hevur spælt í Betri Deildini í ár. Børge er føddur 24. apríl í 2002. Hann er eisini millum yngstu leikararnar, sum nakrantíð hava spælt frá byrjan hjá besta liðnum hjá KÍ í bestu deildini.
Børge hevur vegna skaða ikki spælt nógv á næstbesta liðnum fyrr í ár. Hann hevur tvær ferðir sitið á bonkinum á besta liðnum áður í Betri Deildini.



