Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Børge: Tað er nakað serligt at spæla landsdyst í Klaksvík

Jákup Ósá

KÍ-miðverjin verður væntandi við frá byrjan í Klaksvík í morgin.

Í morgin kl. 18.00 spæla Føroyar fyrsta EM-undankappingardystin í hesi U21-undankappingini, tá Andorra vitjar í Klaksvík. Ein klaksvíkingur væntast at verða í uppstillingini, og tað er 21 ára gamli Børge Petersen, sum eisini hevði ein stóran leiklut síðstu undankapping hjá U21-landsliðnum.

– Vit kunnu vænta okkum ein spennandi dyst, har eg vóni, at vit kunnu fáa yvirtakið. Tí eg føli, at vit eru so mikið góðir, at vit kunnu vinna hendan dystin, sigur Børge Petersen við Norðlýsið.

 

Serligt at spæla á sínum heimavølli

Børge Petersen hevur tann fyrimunin ímun til aðrar, at hann kemur at spæla dystin á heimavøllinum, har hann til dagligt spælir og venur í KÍ.

– Tað er altíð eitt sindur serligt. Vit spældu her í fjør. Tað er góður stemningur og man følur, at man spælir á heimavølli, so tað er deiligt. Tað hevur týdning, at nógvir áskoðarar møta og at vit fáa ein góðan stemning. Tað ger alt nógv betri, sigur hann.

 

Hetta liðið er gott

Børge heldur, at hetta liðið ikki stendur nógv aftanfyri liðið, sum spældi síðstu undankapping og sum fekk fleiri góð úrslit.

– Tað er sjálvandi øgiliga spennandi. Vit hava nógvar góðar leikarar og eru klárir og vóna tað besta í morgin. Síðstu kapping høvdu vit eina góða samanseting, men eftir míni meting er hetta liðið eisini rættiliga gott, sigur Børge Petersen, sum hevur góðar vónir um, at Føroyar fara at fáa eitt gott úrslit.

Ókeypis upphitingartiltak verður á Akursmørk kl. 16.00. Atgongumerki á 95 kr. kunnu keypast á fsf.fo. Børn undir 14 ár sleppa ókeypis inn, men skulu hava atgongumerki. Í kvøld eru bara áleið 140 atgongumerki eftir.