Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Boris Johnson møguliga liðugur sum forsætisráðharri

Norðlýsið

Hann hevur óiva verið tann forsætisráðharrin, ið hevur havt flest lív. Fleiri politiskir journalistar og politikarar samanbera hann við eina kettu, ið hevur 9 lív. Men nú vænta fleiri, at tíðin sum forsætisráðharri steðgar.

Hann hevur flutt seg frá einari orrustu til eina aðra, síðani hann tók yvir sum forsætisráðharri í Bretlandi. Fleiri ferðir hevur hann verið dómdur úti, av politiskum viðmerkjarum og journalistum, men hann hevur á ein ella annan hátt klára at hildið fæst í maktini.

Men nú sær tað ikki út til at ganga longri.

Orsøkin til seinastu orrustuna um Boris Johnson, er at hann í fjør helt eina stóra veitslu í egnum hava, samtundis sum hann sjálvur hevði sett sera strong krøv til allar borgarar í landinum um at steðga við øllum slíkum fyri at basa Koronavirusinum.

Hann hevur yvirlivað fleiri orrustur, men nú sær tað út til at hasara egni flokkur hevur mist tolið við honum.

Longu nú verður tosað um møguligar eftirfylgjarar, og fremst av teimum sær tað út til at vera fíggjamálaráðharrin, Rishi Sunak, sum hevur indiska bakgrund. Rishi hevur ikki drúgvar royndir í politikki, tí tað eru bert 6 ár síðani hann fyrstuferð varð valdur inn í parlamentið. Seinastu 4 árini hevur hann sitið sum ráðharri.

Áðrenn nøkur endalig niðurstøða verður feld um framtíðina hjá Boris Johnson, skal ein kanning av umstøðunum kring veitsluna almannakunngerðast. Fleiri politikarar hava sátt iva um hesa kanning, tí tað er forsætisráðharrin sjálvur, ið hevur umbiðið hana, frá ein av hansara undirsáttum.