Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Børn einans 50 krónur

Tíðindaskriv

Sølan av atgongumerkjum til útidystin móti Póllandi og heimadystin móti Moldova er byrjað. Atgongumerki til børn kosta einans 50 krónur.

Nú ber til at ogna sær atgongumerki til A-landsdystirnar hjá monnum, sum verða í september mánað, og til heimadystin móti Póllandi, sum vitjar á Tórsvølli í oktober.

Hósdagin 7. september spæla Pólland og Føroyar á PGE Narodowy leikvøllinum í pólska høvuðsstaðnum, Warszawa, og tríggjar dagar seinni, sunnudagin 10. september klokkan 17:00 spælir føroyska liðið á heimavølli móti Moldova.

Atgongumerkjasølan er byrjað, og fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Umframt vanligu atgongumerkini, verður hesaferð eisini møguleiki at keypa atgongumerki til børn. Kostnaðurin fyri barnaatgongumerki er einans 50 krónur, og verða seld í bólkunum 107 og 108, og í bólkunum 114 og 115.

Sølan av atgongumerkjum til U21 EM-undankappingardystin millum Føroyar og Kroatia, sum verður á Djúpumýru í Klaksvík týsdagin 12. september klokkan 18:00, er eisini latin upp. Kostnaðurin fyri atgongumerki til U21-landsdystirnar er 95 krónur.