Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Børn og vaksin í kava

John William Joensen

Týsdagin var sera gott kavaveður í Klaksvík og Jastrid Gullaksen var ein túr í býnum við myndatólinum

Føroyski veturin er vátur, myrkur og keðiligur tá eingin kavi er, men tá tað er kalt og kavi gerst veðrið ofta sera gott.

Tíanverri hevur kavin ligið alt ov stutt seinastu mongu árini og børnini kenna tí í veruleikanum einki til liggjandi kava.

Týsdagin fingu vit tó ein góðan "kavadag" við góðveðrið og hóast tað var kalt so var lagið á børnum og vaksnum gott – sum myndirnar vísa.