Har skipar Norðoya Bjargingarfelag fyri hugnaligum stuðulstiltaki. Í millum hoppiborgir, tombola, kaffikrók fiskibrunn og annað, hava teir í Bjargingarfelagnum fingið ein “giga” gummibát frá Norrønu. Gummibáturin er ætlaður til 101 fólk. Umframt at hetta uttan ivað er ein góður gummibátur, so lata børnini sera væl at honum sum hoppiborg. Tá Norðlýsið var framvið stuttleikaðu nógvir dreingir og gentur sær í stóra gummibátinum.
Tað kostar 30 krónur at koma inn til tiltakið og peningurin fer allur til Norðoya Bjargingarfelag, so her er gott høvi at stuðla.






















