Barnasvimjingin hjá Ægir er nú liðug fyri hettar svimjiárið og kunnu vit siga at nógv børn hava ment sínar svimjiførleikar.
121 børn hava fingið handað svimjimerkir. Fleiri børn hava luttikið í kappingum har tey hava klára seg sera væl og svomið seg til fleiri heiðursmerkir.
Ein stór tøkk til venjarnir fyri hettar svimjiárið.
Við tí tilgongd Ægir hevur haft í barnasvimjingini, er brúk fyri fleiri venjarum komandi svimjiár. Um tú hevur áhuga í arbeiði við børnum, so ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.
Vit takka fyri í ár og síggjast aftur í august.


















