Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bowlinghøll í Klaksvík, ella?

John William Joensen

Øll sum búgva í Klaksvíkar Kommunu mugu vera samd um at ungdómurin hevur fingið ov vánalig kor.

Øll sum búgva í Klaksvíkar Kommunu mugu vera samd um at ungdómurin hevur fingið ov vánalig kor. Og nú Undirsjóvartunnilin kemur um knapt tvey ár, má Klaksvíkar Kommuna at gera okkurt munagott fyri ungdómin. Hvat kann gerast, má eitt komandi kommunustýri í felag koma ásamt um. Eitt uppskot kundi verið ein bowlinghøll. Eg veit frá fleiri ungfólki her norðuri, at tað er næstan ógjørligt at fáa pláss í høllini í Havn, uttan so at bílagt verður langt frammanundan.
Og hvussu skal Kommunan so fíggja hetta ? Her er mítt uppskot at kommunan setir pening av til hetta, á fíggjarlógini yvir 2-3 ár og tá Bowlinghøllin er liðug, so verður tað boðið út til almenningin til leigu. Har fær tann persónurin/fyritøkan, sum kommunan ella ein nevnd mannað av ungdómi, kommununi og øðrum metir vera best egnaðan, Bowlinghøllina at reka.
Í hesi høll skuldu sjálvsagt aðrir møguleikar verið. Hetta kundi nevndin, sett saman av ungdóminum, kommununi og øðrum, tikið støðu til. Tað kundi verið ein sonevnd “Ungdómsnevnd”, sum kundi virkað undir Menturnarnevndini. Hendan høll hevði verið til gangns fyri allar aldursbólkar í Norðuroyggjum og Eysturoynni eisini. Ja øllum øðrum í landinum, sum hava áhugað at vitja okkum her norði.
Um eg veri valdur, vil eg virka fyri at uppskot verða løgd fyri býraðið, um at ungdómurin skal fáa somu sømdir, sum øll onnur øki í Kommununi.
Verður onki gjørt fyri tey ungu at verða her í Kommununi, verða tað nógvar familjur, sum koma at fáa nógvar svønsleysar nætur, við ótta um hvar ungdómurin er. Øllum kunnungt, verður tað skjótt koyrandi frá Viðareiði til Gásadals.

Ungdómurin skal fáa góðar umstøður.

Ungdómurin er framtíðin.

Tí eiga vit at vera góð við UNGDÓMIN.

Atli S.Justinussen
Valevni á lista A
Klaksvíkar Kommunu.