Vit hava beint nú tosa við Oddmar Niclasen, skipara á Bragd. Hann segði at teir hava verið sunnanfyri úti á bleytum og hava um 9.000 pund harav helvtin er toskur. Bragd setti 40 stampar. Fyrr í kvøld hoyrdu vit eisini frá ANRU. Gundur Sørensen, skipari segði, at teir hava verið eystanfyri Fugloynna og hava 7.500 pund harav 4.500 pund eru toskur. ANRU setti 32 stampar í dag.










