Fyri lítlari løtu síðani tosaðu vit við Oddmar Niclasen, skipara á Bragd. Bragd hevur verið úti á umleið 12 fjórðingum norðanfyri og setti ikki fyrr enn tíðliga í morgun. Oddmar sigur, at tað gekk illa at draga, tí tað fór at reka nógv norðanfyri. Hann lat tó stak væl at fiskinum. Hýsan var væl fyri og tað sama er galdandi fyri toskin.
Vit hava ikki tikið nevnuverdugt av rognum enn, tóku eini 20 kilo ein dagin, men fingu bert einar 4 krónur fyri kilo, so tað hava vit tí ikki lagt okkum eftir at taka. Nógvur fiskur er at fáa og tí eru menninir fult upptiknir við at draga og fáa fiskin til høldar, segði Oddmar Niclasen skipari á Bragd beint nú. Eini 4.000 pund av veiðuni er toskur, restin mest hýsa.



