Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Bragd leggur um

Oliver Joensen

Streymurin hevur verið harður hesa vikuna og tí hava flestu útróðrarbátarnir á Klaksvík ligið tað sum farið er av vikuni. Roknað verður við, at summir neyvan fara til útróðrar aftur fyrr enn sunnudagin.

Á Stongunum í dag, segði Oddmar Niclasen, skipari á Bragd, at teir nú leggja um til bert at blóðgað fiskin. Hetta orsakað av, at teir fara at avreiða ókruvdan fisk til Sjógæti á Eiði. Hetta er lættari hjá okkum útróðrarmonnum at fáast við og kann gera at vit fáa fleiri útróðrardagar. Tað kemst millum annað at manningin sleppur undan at kryvja og er tí betur fyri at rógva út dag um dag.