Árið 2019 byrjaði við einum av bestu túrum hjá Bragd nakrantíð.
Bragd avreiðir í kvøld kl. 19.00 hjá NFCS. Hann hevur 19.000 pund, sum er óvanliga nógv hjá útróðrabátum, sjálvt hesar síðstu mánaðirnar, har fiskiskapurin hevur verið góður. Av teimum eru 12.000 pund av toski.
Bragd hevði 50 stampar við. Tað gevur knapt 400 pund uppá stampin.



