Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Brakið nærkast

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir

Nú er bara ein vika eftir til stóra brakið tann 31.  Okt., tá vit í Føroyum skulu velja tvey umboð   at tala okkara áhugamál á Fólkatingi. Hetta er ein pallur uttanfyri landoddarnar, sum vit heilt avgjørt skulu gera nýtslu av, so leingi vit eru í ríkisfelagsskapi við Danmark. Vit skulu ongantíð  frásiga okkummøguleikar, sum vit hava.

Verið eg vald, so vil eg troyta allar møguleikar – eisini á Fólkatingi 100 % til frama fyri Føroyar.  Er tað nakað, sum egsum politikari altíð eri farin eftir og nakað sum hevur týdningfyri meg, so er tað fyrst og fremst úrslit. Tað er júst tað, sum egframhaldandi fari eftir –  eisini  á Fólkatingi.     Kann nevnalestraríbúðir til lesandi í Danmark, sjúkratrygd og yvirtøka av íleggingargrunninum.  

Eg fari at kempa  víðari hesar síðstu dagarnar inntil valhølinilata aftur  fyri at fáa flest møgulig  at velja fólkaflokkin.     Taðer umráðandi , at so nógvir føroyingar sum gjørligt brúka møguleikan at velja eitt gott umboð á fólkating. Besta boðið  er ein fólkslig rødd í fólkaflokkinum.

Til tey ungu sum velja fyrstu ferð og til tey sum enn ikki hava tikið støðu til, hvønn tey fara at velja til Fólkatingið vil eg koma við eini serligari og   inniligari áheitan.  Farið á val og veljiðfólkaflokkin. Tað er umráðandi við góðari umboðan og hon fæstbest í fólkaflokkinum.  Hvør einasta atkvøða fyri mær persónligahevði fløvað og  glett meg almikið. Møguleikin er nú.

 

X við Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.