Tá vit tosaðu við Janus Sørensen fyri løtu síðani, segði hann at tað sýntist at vera komin eitt sindur av broyting í fiskiskapin, við tað, at vit í dag hava heili 8000 pund av toski og 2000 pund av hýsu. Higartil í heyst hava vit fingið nógv meira av hýsu enn av toski.
Vit settu 45 stampar og vit hava verið eitt sindur innari enn hinir bátarnir, segði skiparin á Brandi, Janus Sørensen.
Líðhamar hevði 8.500 pund í dag, størri parturin hýsa og Norðsøki hevði 7.200 pund harav 2.000 pund toskur.
Fyri løtu síðani fingu vit fatur á Bragd. Oddmar segði at teir hava knapt 10.000 pund í dag, umleið eitt tons av toski, restin er góð hýsa.



