Umlættingar-og dagtilboð í summarfrítíðini
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Brandur Sandoy, løgtingsmaður
Svarari: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýrismaður í almannamálum
Evni: Umlættingar-og dagtilboð í summarfrítíðini
Spurningar:
1. Hvør er orsøkin til, at umlættingar- og dagtilboð til børn og ung við autismu, fjølbreki o.ø, steingir í 3 vikur hvørt summar?
2. Hvussu stóra meirjáttan skuldi Almannaverkið havt, fyri at hesi tilboð skuldu verið áhaldandi alt árið uttan íslit?
3. Hvørji onnur tilboð til fólk við serligum tørvi stongdu fyri tænastunum í summar?
4. Ætlar landsstýrismaðurin, at hesi tilboð eisini komandi ár skulu steingja á sumri?
Viðmerkingar:
Føroyska samfelagið stendur seg væl millum heimsins tjóðir, tá tað kemur til at taka sær av sínum borgarum við serligum tørvi. Tó kunnu batar altíð fremjast.
Undirritaði hevur skilt, at umlættingar-og dagtilboðini til børn og ung við autismu og fjølbreki stongdu í summar eftir ordrum frá leiðsluni í Almannaverkinum.
Orsøkin sigst vera sparingar.
Ung við autismu hava um nakað tørv á einum støðugum gerandisdegi, hava brúk fyri at støðugu, tryggu karmarnir eru tøkir allar dagar í árinum. Tí er samgongan eisini í ferð við at byggja karmarnar til hendan tørvin.
Ung við fjølbreki fáa regluliga umlætting av fleiri orsøkum, serliga tí at avbjóðingarnar eru ov tungar hjá avvarðandi at makta í gerandisdegnum.
Avvarðandi hava ríkiligt at stríðast við, og tí kemur tað illa við, at Almannaverkið steingir fyri sínum tænastum í 3 vikur.
Fylgjurnar eru í fleiri førum, at tey, sum tørva tænastuna, fáa varandi afturstig.
Føroyska samfelagið er eitt av heimsins ríkastu.
Tí eiga vit at tryggja teimum okkara, ið hava størsta tørvin, at tænastan er har alt árið.
Á Løgtingi, 9. august 2021
Brandur Sandoy




