Føroyska A-landsliðið í hondbóltihevði sjáldsama stórar trupulleikar við at skora uppá upplagdarmøguleikar.
Var tað toppurin av føroyskumhondbólti ímun til aldursbólk, tá U21 landsliðið spældi síðsta vikuskiftið, sobleiv eitt annað støðið, tá A-landsliðið spældi móti Kýpros.Kýpros vann bara við einum máli, men føroyska liðið hevði einarúgvu av møguleikum til at vinna dystin. Leikarar høvdu heiltótrúliga trupult við at skora mál uppá púra upplagdarmøguleikar. Og tað var frá nærum øllum leikarunum á liðnum. Frá kantunum kom næstan einki mál gjøgnum allandystin, og tá brotskøst komu, so bar heldur ikki til hjá leikarum,ið vanliga eru tryggir við brotskøstum. Tá Kýpros fór at takamálverjan út í álopspartinum, so skapti tað føroysku verjunistórar trupulleikar og ongantíð fekk liðið tamarhald ástrikuspælinum hjá Kýpros. Endaliga støðan var 20-19 til Kýpros og tí skalføroyska liðið hava hjálp, um tað skal eydnast at koma víðari.
Føroyar spæla aftur sunnudagin kl. 16.00 móti Grikkalandi.




