Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bretskir skúlar banna fartelefonnýtslu

Jóhann Lützen

Bretski undirvísingarmálaráðfrúan Gillian Keegan heldur, at nýtsla av fartelefonum eigur at verða bannað í øllum Onglandi. Tað skrivar bretska Undirvísingarmálaráðið í einum tíðindaskrivi.

 

 

Enn er talan bert um eina áheitan og leiðbeining, har skúlarnir verða bidnir um at seta forboðið í verk hvør í sínum lagi. Heitt verður á skúlarnar um at forbjóða fartelefonum bæði undir undirvísingini og eisini í fríkorterunum. Áheitanin er ikki meira sjálvboðin enn so, enn at um skúlarnir lata vera við at seta forboðið í verk, fer stjórnin at umhugsa at gera tað lógarkravt.

Endamálið er at handfara órógvandi atburð og at fyribyrgja happing á internetinum, samstundis sum uppmerksemið í undirvísingini skal styrkjast.

– “Hetta er eitt stórt stig á vegnum til at tryggja, at næmingar eru førir fyri at arbeiða, læra og vaksa á einum staði, har teir ikki verða distraheraðir av fartelefonum”, sigur Tom Bennett, ráðgevari fyri skúlaatferð á økinum. “Skúlar, sum longu hava bannað fartelefonum, boða frá, at næmingarnir eru tryggari, glaðari og duga nógv betur at fokusera enn áður, so fartelefonbannið er eisini populert millum næmingarnar. Undantøk verða gjørd fyri næmingar, sum av heilsuávum hava fyri neyðini at halda samband umvegis fartelefon.”

Frammanundan hava bæði Frakland, Italia og Portugal innført líknandi bann.

Harleywoodpaint