Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Brim Arkitektar vunnu útboðið um aula til TSK

Jóhann Lützen

Norðlýsið fekk orðið á bæði Rúna Heinesen, skúlastjóra, og ein fegnan Páll Holm Lave frá BRIM Arkitektum, nú tað er greitt, at tað verður hansara fyritøka, ið skal gera nýggju auluna á Tekniska Skúla í Klaksvík. Bæði náttúran, serliga fjøllini, og aðrir partar av Klaksvíkar býi, eitt nú rennibreytin, eru hugsað inn í stórfingnu verkætlanina.

“Vit sóu hesa uppgávuna sum eina, ið krevur virðing fyri tí verandi”, sigur Páll, og heldur fram við at siga, at teir hugdu væl eftir, hvat var bygt frammanundan, t.v.s. upprunabyggingini frá 1960’unum og seinni uppíbyggingum, og at teir ikki vildu inn at byggja nakað, ið ikki hóskaði til tað verandi. Útgongdsstøðið varð tikið í verandi felagsøki á norðaru síðuni av Tekniska Skúla, og eisini hugsaðu Brim Arkitektar, at nýggja aulan skuldi liggja lágt í mun til grannar skúlans.

Stóra perspektivið hevði nógv at siga fyri Brim Arkitektar. Sum nevnt løgdu teir seg lágt, men gera síðani eina tekju burturúr, ið fylgir fjøllunum kring Klaksvík. Fjøllini verða sostatt drigin inn í verkætlanina. Tað verður nýggja rennibreytin eisini, so stórur partur av sjálvum Klaksvíkar býi er hugsað inn í arbeiðið.

Aulan ella samkomuhøllin fer at vera 480 m², og umleið 500 m² av tí verandi skal umvælast í sambandi við hana, so tilsamans fevnir arbeiðið um umleið túsund fermetrar. Tilsamans 260 sitipláss vera í auluni, og tá hevur hvør einstakur gott pláss at sita, sigur Páll Holm Lave. Møguleiki verður eisini fyri standiplássum. Kostnaðurin av auluni liggur um 30 milliónir, og væntandi fer arbeiðið at taka umleið eitt til hálvannað ár. Men áðrenn tað kann byrja, fer nakað av tíð til projektering.

Stjórin á Tekniska Skúla, Rúni Heinesen, sigur, at hetta er ein stórur dagur. Ein aula er ein øgiliga týðandi partur av einum og hvørjum skúla, og so hvørt Tekniski Skúli í Klaksvík er vaksin, er tørvurin eisini vaksin, sigur stjórin. Rúni Heinesen væntar, at arbeiðið er liðugt um 2-3 ár, men hellir mest til 2024 sum árið, tá samkomuhøllin kann takast í nýtslu. Rúni er væl nøgdur við verkætlanina og heldur hana vera eina góða loysn, serliga tí hon tekur atlit til grannar, tí at skúlin verður meira samanhangandi, og tí at hon tekur fyrilit fyri millum annað kantinuviðurskiftunum.

Niðanfyri eru nakrar myndir frá vinnandi verkætlanini: