Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Brimil á venjingarferð á Borðoyarvík

Oliver Joensen

Í morgun var Brimil á Borðoyarvík. Við mob-bátinum fóru teir til boyuna, sum er føst í Reynsmúla á botninum uttanfyri atløgubryggjuna á Norðoyari. 

Vit ringdu umborð at fregnast um hvat teir gjørdu. Jú, var sagt, teir høvdu eina venjing fyri kavarum hjá Brimli, og fóru niður á Reynsmúla. Teir ætlaðu eisini at taka nakrar myndir. Norðlýsið bað eisini um myndir, so møguliga fara vit at fáa onkrar til heimasíðuna her.