Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Brøgd á sjónum

Dávur Winther

Í KFUM & K verður mikumorgunin á Torradøgunum ein spennandi frásøgn, har Finn Hansen úr Sørvági greiðir frá, tá ið manningin á Robert Mærsk bjargaði 728 flóttafólkum.

Í 2014 og 2015 tók manningin á tangaskipinum Robert Mærsk 728 flóttafólk upp, úr trimum søkklaðnum bátum í Miðalhavinum, norðan fyri Libya.

Av teimum øllum hesu mongu flóttafólkunum vóru fleiri kvinnur og smá børn, sum vóru heilt niður í 5 mánaðar gomul.

Flóttafólkini royndu at sleppa burtur frá tí krígsherjaða Libya, í sera vánaligum bátum, sum lóku illa.

Robert Mærsk mátti venda við tríggjar ferðir, fyri at avlevera flóttafólkini á Sicilia. Tó var tað ikki bara sum at siga tað, at fáa flóttunum nýtt tilhaldsstað.

Finn tók nakrar filmar av bjargingini, tá flóttarfólkini vórðu tikin umborð á Robert Mærsk.

Eisini vórðu tiknar fleiri myndir av sjálvari bjargingini, og meðan fólkini vóru umborð. Hesar fara vit at síggja undir framløguni hjá Finni Hansen úr Sørvági.

Í KFUM & K  mikumorgunin 18. februar á Torradøgunum – ein spennandi frásøgn við Finni Hansen úr Sørvági.

kl. 10.00  KFUM & K  – morgundrekka við góðum hugnapráti.

kl. 10.45  KFUM & K Finni Hansen úr Sørvági greiðir frá, tá ið hann og manningin á Robert Mærsk bjargaðu 728 flóttafólkum úr søkklaðnum bátum í Miðalhavinum.

Harleyfacadeacryl