Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Broyting í skránni fyri túrarnar hjá Silju-Star til Kópakonuna á Sjómannadegnum

John William Joensen

Vælumtóktu túrarnir frá Stórukaj í Klaksvík norður til Kópakonuna í Mikladali á Kalsoynni við ferðaleiðara, verða aftur á skránni fyri Sjómannadagin leygardagin

 
14.00 – 18.00 

Silja-Star siglir til Kópakonuna í Mikladali við ferðaleiðara. 

Túrurin tekur uml. 50 min. frá tí farið verður úr Klaksvík til lagt verður at bryggju aftur í Klaksvík. 

Siglt verður frá Stóru-kaj

Atgongumerki fáast ókeypis frá Visit Kalsoy í skúrinum, sum stendur við Stórukaj.

Pláss er fyri 48 ferðafólkum umborð á Silju-Star.

Silja-Star siglir frá Stórukaj kl. 14.00, kl.15.10, kl.16.20 og kl.18.00.

Skipari er Jákup Andreas Lamhauge og frásøgumaður er Asbjørn Lómaklett.