Fyri løtu síðani tosaðu vit við skiparan á Norðsøka, Hera Vang. Norðsøki er á snelluveiðu undir Íslandi. Skiparin sigur, at teir hava havt brúkiligan fiskiskap síðani teir komu yvir. Men veðrið hevur ikki verið so lagaligt. Tað eru fimmdagar síðani Norðsøki fór av Klaksvík, fyrsta dagin teir komu yvir var ikki roynandi, men í gjár fingu teir umleið 13.500 pund, meginparturin upsi. Í dag var nógvur vindur tað mesta av degnum, so vit kastaðu ikki fyrr enn klokkan seks í kvøld, sigur Heri, men eg haldi at vit hava góð 4.000 pundi inni nú, og vit royna framvegis, so vit kunnu ikki lata illa at fiskiskapinum, men sjálvandi veðrið ávirkar fiskiskapin, sigur hann at enda.




