Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Brúkiligur útróðrardagur

Oliver Joensen

Størri útróðrarbátarnir, Líðhamar, Brandur og Norðsøki hava verið vestanfyri í Vágahavinum í nátt. Fiskiskapurin hevur verið væl brúkiligur. Líðhamar hevur 6.400 pund á søluni, Brandur 6.500 pund og Norðsøki 8.400 pund.

Janus Sørensen, skipari á Brandi segði fyri løtu síðani, at teir vóru komnir aftur norður í Hvannasund og at ætlanin var at fara norður um at royna í kvøld. Av veiðuni teir fingu í Vágahavinum í nátt var umleið ein triðingur toskur.