Í øllum landsliðsmeldrinum hjá A-landsliðnum hjá kvinnunum, kemur enn ein hvøkkur. Fyrrverandi varaliðskiparin á landsliðnum, tekur harpiksi av hillini og ger avtalu við Stjørnuna
Eg eri spent uppá at byrja aftur. Eftir ein stuttan steðg merki eg í mær, at eg enn vil hondbóltin.
Stjørnan er í gongd við eitt fínt kappingarár, har liðið fegið vil bjóða av í topp fýra, og tað sýnist at vera ein góður felagsskapur kring felagið sum er í menning – sigur nýggi Stjørnuleikarin, Brynja Høj.
Regin Sivertsen, formaður í Stjørnuni sigur, at í felagnum eru tey errin av at kunna fáa ein leikara til Stjørnuna við tílíkum eginleikum og stuðlar hetta við raðfestingina hjá Stjørnuni við at royna at kappast við ovaru liðini.


