Fótbóltsáhugin er stórur í Klaksvík í dag. Lítið annað hevur týdning júst nú, enn dysturin hjá fyrstu deild klokkan seks í dag og dysturin hjá besta liðnum hjá KÍ í morgin í Havn ímóti B36.
Norðlýsið vitjaði inn á Sambýlið á Bøgøtu í dag og har var eisini stórur spenningur. Búfólkini hava málað skelti, ið hanga uppi á húsinum og inni varð málað og KÍ køka á borðinum. – Jú vit eru eisini spent, siga tey á Sambýlinum í Bøgøtu í Klaksvík.




