Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Búgvin og Fiskaklettur landa í morgun

Jóhann Lützen

Búgvin hevur sløk 60.000 pund og Fiskaklettur hevur góð 50.000 pund

 

Tá vit vóru á støð í morgun landaðu Búgvin og Fiskaklettur til NFCS. 

Búgvin hevur roynt við troli vestanfyri, teir hava fingið mest av hýsu og toski. Eisini nakað av longu. 

Fiskaklettur hevur roynt við troli norðanfyri og vestanfyri. Teir hava fingið mest av toski, hýsu og longu.