Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Búgvin rokast norðanfyri

Jóhann Lützen

Vit hava roynt norður úr Mykinesi, í sokallaða i-kassanum, sigur Ísak Petersen skipari á Búgvanum

 

Búgvin landar góð 56.000 pund til NFCS í morgun. 33.000 pund eru hýsa og 16.000 pund eru toskur og restin er smáfallandi. 

Fiskaríið er gott, tað er góð hýsa, mest hýsa 2, tær smáu hýsurnar eru lítið at síggja nú. Hetta góða fiskaríið var eisini at síggja hesa tíðina í fjør. Fiskurin er í góðum standi, vit hava fingið hampuliga nógvan fisk í alt ár, sigur Ísak Petersen við Norðlýsið