Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , , ,

Búnaðarstevnan 2023 sett

Jóhann Lützen

Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu hevur júst sett búnaðarstevnuna.

Nógv fólk eru møtt á Skúlatrøð í morgun. Fyrstur at røða varð Karl Johansen borgarstjóri, sum bjóðaði vælkomin til Klaksvíkar og vælkomin á Búnaðarstevnuna. 

Skráin er rúgvusmikil og sæst niðanfyri

 


Fundarstjóri: Kári Thorsteinsson
 
10:00:   Skráseting

10:30:   Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvík, setur ráðstevnuna

10:40:   Høgni Hoydal, Landsstýrismaður í landbúnaðarmálum
              Landbúnaðarpolitikkur og sjálvbjargni

11:10:   Sigurð í Jákupsstovu, stjóri – Umhvørvisstovan
              Lendisætlan fyri Føroyar v.m.

11:35    Tróndur G. Leivsson, stjóri – Búnaðarstovan
              Norðurlendska verkætlanin frá 2022 at lýsa matvøru sjálvsveitan í Føroyum og øðrum smásamfeløgum í Norðurlondum
 
12:00     Miðmálið
 
13:00     Maria Gunnleivsdóttir Hansen, Umhvørvisstovan
               SJÁLVBJARGNI VIÐ MATVØRUM Í FØROYUM OG ØÐRUM SMÁTJÓÐUM/OYGGJUM
               At vera sjálvbjargin við matvørum er eitt sera aktuelt evni.
               Norðurlendski smásamfelagsbólkurin, har Umhvørvisstovan umboðar Føroyar, tók stig til verkætlanina.

13:20     Jens Ivan í Gerðinum, landbúnaðarráðgevi
               Øktur framleiðslukostnaður í landbúnaðinum – greining av landbúnaðarvørum í okkara grannalondum v.m.

13:40     Magnus Gaard, rektari
               Náttúrutilfeingi og útbúgvingmøguleikar í Føroyum
               Hvussu kunnu vit útbúgvingarliga best møguligt brynja okkara ungu til eina framtíð, sum ongin kennir nakað til ?
               Hví eru útbúgvingartilboðini so fá innanfyri gagnnýtslu av náttúrutilfeingi í Føroyum.
               Tilfeingisbreytin og samstarvið millum Miðnám í Vestmanna og Búnaðarstovuna.

14:00     Heidi Holm, verkætlanarleiðari
               Landbúnaðarferðavinna
               Vaksandi ferðavinnan í Føroyum letur upp fyri nýggjum møguleikum innan landbúnaðin. Sonevnda “agrotourism” ella landbúnaðarferðavinna er kent fyribrigdi aðrastaðni, sum í stuttum snýr seg um at menna tilboð, vørur og tænastur innan ferðavinnuna, ið taka støði í landbúnaðarvirkseminum.

14:20     Eyðfinnur Magnussen, lektari í lívfrøði                                                                                                                                                                             Áseyðatali í teim føroysku høgunum fyrr og nú 

 14:40    Eyðfinnur Magnussen, lektari í lívfrøði    
               Bakteriur á skerpikjøti –  Hvat er tað sum hendir, tá kjøt verður hongt upp?

               GREIN UM SKERPIKJØT
               Fyri stuttum hevur ein vísindalig grein, sum vit hava skrivað um skerpikjøt, fingið nógva umtalu í fjølmiðlunum og á heimasíðum.
               Helst hevur hetta stóran áhuga hjá fleiri.

               Her eru fýra leinki til umtaluna av skerpikjøt-greinini:     Innslag í Degi og Viku, hósmorgunin 15. desembur (2:53 minuttir)
     Granska bakteriur í skerpikjøti
               https://kvf.fo/…/12/15/granska-bakteriur-i-skerpikjoti     Innslag í Góðarmorgun-sendingini í Kringvarpinum, hósmorgunin 15. desembur (11:19 minuttir)
               https://www.dropbox.com/…/Skerpikjoet_GMF15Des2022.mp3…     Vísindalig grein um skerpikjøt – Lættlesilig grein á heimasíðuni hjá Setrinum 13. desembur
               https://www.setur.fo/…/visindalig-grein-um-skerpikjot/     Vísindaliga greinin
               https://authors.elsevier.com/c/1gAvvcF3iBUdM
               https://kvf.fo/…/12/15/granska-bakteriur-i-skerpikjoti

 
15:00     Helgi í Brekkunum
                Seyðahald í Grønlandi – eitt nú sammett við áseyðatal í Norðoyggjum
 
15:20     Dorit Hansen & Guðrun Elttør
               Eitt føroyskt mikrospinnarí sjálvandi
               Spinnaríið í Klingrugarðinum skal vera eitt fullfíggjað mikrospinnaríið, har skitin, føroysk ull kemur inn, og lekkurt, dygdargott tógv kemur út. Knýtt at Spinnarínum verða góðar umstøður at skipa fyri skeiðum, verkstovum o.ø., har fólk kunnu hittast um skapandi, listarligt arbeiði.
               Hetta er tað, sum nevndin í nýstovnaða Áhugafelagnum Spinnaríið ætlar og arbeiðir við. Og á Búnaðarstevnuni fara tey at greiða frá teimum ítøkiligu – stutttíðar og langtíðar – ætlanunum.
 
15:20     Framløgur liðnar – kaffi vm.
 
16:00:   Konstruktivur kjakfundur við pallborðið.
 
Evni er:

​Ársins orð 2022 – “Stuttflutt” – Hví og hvussu skulu vit menna hetta konsept á   burðardyggan hátt.
 
Fundarstjóri og orðstýrari:      Jón Brian Hvidtfeldt
 
Pallborðsluttakarar:
 
•             Høgni Hoydal, landsstýrismaður í landbúnaðarmálum
•             Sigurð í Jákupsstovu, stjóri Umvørvisstovan
•             Jens Ivan í Gerðinum, landbúnaðarráðgevi á Búnaðarstovuni 
•             Sigert Patursson,  Bóndafelag Føroya
•             Gutti Winther, kokkur.
•             Sunniva Gudmundsdóttir Mortensen, Matkovin
 
18:00 Liðugt