Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Burhan G á Okkara Voxbotn 20/21

Tíðindaskriv

Hann hevur áður prógvað, at hann kann sjarmera allar fjøldir. Hann hevur verið eyðsýndur og viðurkendur partur av danska tónleikahválvinum í eitt áratíggju, og nú setir hann kós móti pallinum á Voxbotn.

Tað verður ein danskur tónleikadarlingur, sum kann upplivast á Vágsbotni leygarkvøldið 21. august. Burhan G slerdi navn sítt fast í 2010, tá hann gav út sjálvnevnda útgávu. Síðani tá hevur hann verið fastur gestur á hitlistunum í Danmark, og hann hevur vunnið hópin av viðurkenningum fyri sítt tónlistarliga virksemi. Hann er ein framúr sangari og lagsmiðjur, og telist millum allar fremstu R&B tónleikararnar í norðurlondum. Á Okkara Voxbotn kemur hann at framføra síni hottastu hitt saman við The Antonelli Orchestra, sum vit kenna frá fleiri av kendastu sjónvarpsrøðunum í donskum sjónvarpi.

 

Hann hevur áður verið í Føroyum, m.a. á Tórsfest í 2018, og tá rúnarbant hann fjøldina við lekkrum, summarligum tónleiki. Aftaná framførsluna var eftirspurningurin eftir autografum sera stórur, og Burhan var sjálvandi sinnaður at skriva autografar og at taka myndir saman við føroysku fjepparunum. Vit kunnu gleða okkum til eina frálíka løtu, tá Burhan G fer á pallin á Okkara Voxbotn. Frammanundan er longu greitt, at tað verður ein røð av framúr tónleiki at hoyra á Okkara Voxbotn. Millum onnur Robin Schulz, John Martin & Michel Zitron, Aura Dione, Hanne Boel, Sanne Salomonsen, Sam Feldt, Christopher, Signar & John og Swangah fara at framføra á konsertdøgunum 20. og 21. august.

 

Voxbotn nærkast í hvørjum

Nú er bert góð vika til pallarnir verða uppsettir, og atgongumerkini ganga sum heitt breyð. So tað ræður um at gera skjótt av, um tú skal uppliva mongu tónleikaligu plettskotini á Okkara Voxbotn 20/21. Endaliga skráin verður kunngjørd í næstum.

 

Fá atgongumerki eru eftir til fríggjadagin 20. august. Keyp á ebillett.fo. Forsøluprísur er einans kr. 650,-

 

Atgongumerki til leygardagin 21. august kunnu keypast á ebillett.fo, í Effo handlunum kring landið, í Power í SMS og á Kunningarstovuni í Havn. Forsøluprísur er einans kr. 650,-