Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Burturkast fingið upp av botni

Jóhann Lützen

Seinastu 5 árini eru áleið 17 tons, av gomlum fríholdum fingin upp av botni, í Klaksvík. Fríholdini slitna javnan úr kaiunum tá skip leggja at og fara frá. Tá tey loysna søkka tey niður á botn. Um skip fáa fríhold í skrúvurnar, kunnu skipini fáa álvarsligar og kostnaðarmiklar skaðar.

 

Í Klaksvík hevur eitt samstarv millum Klaksvíkar Havn, Føroyska Vinnukavaraskúlan, Norðoya Bjargingarfelag og Vørn gjørt, at tá kavarar hava vant á botni, hevur møguleiki verið at fingið nøkur fríhold upp og burturbeind.

Harleywoodpaint