Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Buss heldur enn bilin 

Lonnie Bengtsen

Fyri at fáa enn fleir at brúka bussin, mugu betra um umstøðurnar. Tørvur er á nógv fleiri kring býin og á bygdunum.

  
Í eini tíð, har vit vilja hava øll at brúka bussin ístaðin fyri bilin og gera býin meira grønan, er upplagt at betra umstøðurnar til tað endamálið. Tað má vera betri buss samband til at nøkta tann tørvin. Ferslutrygdin má vera í lagi. Børnini skulu vera tryggari tá tey ganga á vegnum o.s.fr. Men vit mugu ikki gloyma, at um øll hesi fólkini skulu brúka bussin, so mugu vit eisini syrgja fyri at tey hava tað gott og tryggja teimum lívdarskjól.  

Sum nú er, eru tað bara heilt fá bussskýli runt í kommununi. Gamaní, at man hevur valt tey støðini, har tað er eitt fyri hvønn býling. Men vit kundu gott fingið nøkur heilt fá avtrat. Eitt nú er tað sera ábart uppi í Borðoyavík. Tað vita vit øll, sum búgva her norðuri. Havi sum sagt áður, at eg brúki bussin nógv, bæði tíðliga á morgni og seinnapart og havi lagt merki til, at tað manglar nøkur skýli her og har. 

Vit hava nógvar fyritøkur í Klingrugarði, tvs nógv arbeiðsfólk. Havi eisini lagt merki til, at har fara nógv skúlabørn av. Tí hevði tað verið upplagt, at eitt skýli var beint uttanfyri KBI. 

Tað einasta sum er á norðurarminum, er tað við Kósina. Tað vil siga, at tey børnini, sum búgva heilt norðuri við Skálagarð og á Túvuvegi skulu ganga rættuliga langt fyri at standa í lívd. Har er eisini sera vindhart. 

Tað er nógv børn sum standa og bíða eftir bussinum Undir Hálsi og Undir Fossum. Vit hava eitt skýli ytst úti á vegnum Undir Klakki og tað næsta er ikki fyrr enn tú kemur til Oman Eið. Vit tosa um næstan tveir kilometrar.  

Fyri at vit skulu fáa øll at brúka bussin, so mugu vit gera okkurt tiltrekkjandi, fyri at fáa tey upp í part.  
  
Lonnie Bengtsen 
Valevni – Listi D