Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Bussleiðin á Kalsoynni aftur til gomlu ferðaætlan

Jóhann Lützen

VisitKalsoy hevur latið okkum frætt, at seinastu tvær vikurnar hevur  Klaksvíkar Kommuna av sínum eintingum sjálv skipað fyri, at bussleiðin á Kalsoynni koyrdi til og frá øllum vanligum túrum hjá SAM.

Oyggjafólk, ferðafólk  og manning umborð á SAM og bussleið hava verðið glað fyri tiltakið hjá kommununi, men í dag byrjaði vanliga ferðaætlanin aftur hjá SSL við síni bussleið,  sum koyrir viðhvørt til summar túrar og ikki frá – og summar túrar frá og ikki til – og ikki líka allar dagar í viku, tó summar – við tí úrsliti, at nógv ov fá kunnu brúka bussleiðina – og oyggin verður fylt við persónbilum við longum køum báðumegin fjørðin.

Landsstýrismaðurin og strandferðslustjórin hava lovað og lovað, men har henda ongar broytingar. Tað sýnist, sum teir ikki hava tamarhald á øllum sínum ætlanum og lyftum.

Seinastu 3 árini hevur verðið fundast og skrivað, men einasta úrslitið hevur verðið, at ein túrur hjá SAM er fluttur 10 minuttir, so onkrir kalsingar sleppa 10 minuttir fyrr til Klaksvíkar at hyggja eftir fótbólti sunnudag.

Tey, sum fríggjadagin ætla sær at hitta krúnsprinsahjúnini í Mikladali, mugu hava egnan bil við, tí bussurin koyrir, sum hann koyrir. Og fara í kø í góðari tíð, eru seinastu góðu ráðini frá VisitKalsoy.