Ársfrágreiðingin hjá Bústøðum fyri 2019 er nú komin út, og hon vísir mangt forkunnugt. Men mest av øllum undirstrikar hon, at ætlanin um at koma meira út um landið framvegis ikki var sett í verk í 2019. Av íbúðunum, sum standa í gerð (ella stóðu í gerð í 2019) eru 2/3 í Tórshavn. Og av teimum bústøðunum, ið eru ávegis, verða 65% til 80% eisini bygd í Havn. Men eftir tað væntast vend at koma í.
Í frágreiðingini stendur, at 8 projekt eru í gerð í løtuni, og av teimum eru 3 í Tórshavn, 1 í Vestmanna, 1 á Toftum, 1 í Sørvági, 1 í Sandavági og 1 í Vági. Tilsamans fevna hesi 8 projektini um 165 íbúðir, og tær fordeila seg soleiðis, at 21 verða bygdar í sambandi við Ítróttarháskúlan í Vági, 5 við Steigarbrekku í Sørvági, 5 undir Bólheyggi í Sandavági, 7 á Bakkavegi í Vestmanna, 18 á Kneysum á Toftum, og so verða 109 íbúðir bygdar í Tórshavn. Tær fara at liggja á Blómubrekku, ein einstøk undir Ryggi, og so á Óðinshædd II, sum projektið eitur.
Tað merkir, at 66,1% av íbúðunum, sum eru í gerð í løtuni, verða bygdar í Tórshavn.
Hyggja vit so fram í tíðina, so eru 4 projekt ávegis, ið ikki eru byrjað enn. Tey eru 2 í Tórshavn, 1 í Klaksvík og 1 í Miðvági. Í Miðvági verður talan um 5 íbúðir á Heiðum, í Klaksvík skulu 24 íbúðir gerast í sambandi við Húsarhaldsskúlan, og í Tórshavn skulu 20 íbúðir gerast við Heimasta Horn II og millum 36 og 48 íbúðir við Dalavegin. Hetta merkir so 56-68 íbúðir í Havn og 29 íbúðir uttanfyri Havnina.
Alt eftir um vit tosa um 56 ella 68 íbúðir, fer Bústaðir at gera millum 65% og 80% av sínum ávegis-projektum í Tórshavn eisini.
Av teimum 333 íbúðunum, sum Bústaðir hava bygt higartil, eru 215 bygdar í Tórshavn. Hetta eru 64,6%, so Bústaðir halda seg áður, nú, og í nærmastu framtíð væl til býtið 2:1, har hvørjaferð ein íbúð verður bygd uttanfyri Havnina, verða tvær bygdar í Havnini. Umleið 66,6% verður bygt, har 40% búgva.
Tøl eru takksom, og stjórin í Bústøðum hevur í grein víst á, at munurin ikki er so stórur, um vit frárokna lestrarbústaðir. Men teir mugu teljast við fyri at geva eina rættvísandi mynd. Tað eru eisini júst lestraríbúðir í sambandi við ítróttarháskúlan í Vági og Húsarhaldsskúlan í Klaksvík, ið gera, at tølini fyri íbúðir í gerð og ávegisíbúðir ”einans” eru ávikavist 66,1% og 65-80% í Tórshavn. Uttan lestraríbúðirnar var parturin hjá Tórshavn uppaftur størri.
Men fylgja vit Bústøðum í hesum og taka ikki lestrarbústaðir við, so merkir tað, at gamaní eru ”bara” 51,6% av bústøðunum (130 av 252), sum higartil eru gjørdir, í Tórshavn. Men so merkir tað eisini, at 75,7% av íbúðunum, sum eru í gerð sambært ársfrágreiðingini fyri 2019, verða bygdar í Tórshavn, eins og at millum 91,8% og 93,2% av ávegisíbúðunum verða bygdar í Tórshavn.
Ársfrágreiðingin hjá Bústøðum fyri 2019 er tøk á heimasíðuni hjá Bústøðum og kann takast niður á hesum leinkinum:




