Nú maður kropp av kroppi og kvinnur við, vilja hava bygdirnar at lata enn meira av arvasilvrinum, fær ein tað fatan at tað er stórt spell at ein hevur gingið í einum lítlum bygdaskúla øll síni barnaár.
Tí hugsa tær allan tann lærdóm, sum ein hevði kunnað fingið, um ein ikki kom afturúrsigldur í ein størri skúla, ella tað sum verri var kanska hevði gingið í tí lítla bygdarskúlanum alla tíðina?
Munnu tað vera mong, sum halda, at hesin lærdómur nú er farin afturvið borðinum hjá børnunum á bygd so leingi, at tað nú er uppá tíðina, at taka stórhakan fram fyri at tryggja sær, at tey børn sum enn eru har, í øllum føri ikki skulu missa hendan lærdóm úr ljósmála?
Bygdirnar eru tvøráirnar í Føroyum sum føða tað størra plássið. Enn eru nakrir hyljar eftir á bygdunum, sleppa vit hesum hyljunum torna tvøráirnar upp, men á vegnum fjálgar vatnið úr teimum tað størru ánna. Eftir hetta er tað tann stóra áin sum stendur fyri falli.
Víst er hjarta neyðugt, men uppgávan hjá polittikarunum er at skipa soleiðis fyri at hjarta pumpar orkuna bæði út í hendur og føtur. Lítil nytta er í blóðinum tá alt setur at hjartanum.
Rákið nú er: ”hvørja ferð vit missa ein fingur, meira blóð verður til kroppin” Nyttan í hondunum er enn fjald fyri teimum ”lærdu.”
Við hetta lag kemur landið meir og meir at líkjast manni í køldum sjógvi, har hendur og føtur missa kraftina og tað er ein tíðarspurningur hvussu leingið hjarta orkar at sláa.
Sigast má at tey sum høvdu til uppgávu at flyta kjakið, úr tí sterku fjølmentu Havnini og út á tað hótta bygdarsamfelagið eydnaðist til UG.
Talan var um sparing sum í ringasta føri kundi føra við sær at onkur næmingur kom at leypa bukk um skúla. Munur er á tá ongin skúli er á plássinum og tá teir eru so nógvir at tú kanst loypa bukk um teir.
Finnland er fremsta landi í pisakanningini. Gjøgnum samskiftið við lítlan skúla har, veit eg at teir fjálga um sínar smáu bygdarskúlar, vit í Føroyum koma teimum ikki til kníggja. Gerið eins og finnar, um ynski er at bøta um úrslitini í pisakanningini.
Jógvan Edmund á Geilini




