Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Byggifrøðingar fingið prógv á Glasi

Tíðindaskriv

Í gjár , 22. januar 2019, fingu seks nýklaktir byggifrøðingar prógv á glasi. Talan er um eina bachelor útbúgving, sum glasir bjóðar út í samstarvi við University of Horsens

Møguleikin at taka eina slíka útbúgving í Føroyum er í høgum meti millum lesandi og vinnu, tí ikki øllum dáma at fara av landinum at nema sær útbúgving. Hesir seks hava fyrst tikið Byggitøkni í Føroyum, men hava so verið í Horsens í eitt ár á Byggifrøði útbúgvingini, fyri síðan at koma aftur til Føroyar, har teir hava verið í praktikk og hava skriva endaliga verkætlan. 
 Seinasta hálva árið hava teir húsast á Glasir 700, sum er gamli Handilsskúla- bygningurin í Marknagili, har teir hava fingið holla vegleiðing frá undirvísarum á Glasi í sambandi við endaligu verkætlanina.

Glasir arbeiðir í løtuni við eini royndar verkætlan, har tað skal bera til at taka alla útbúgvingina í Føroyum, og í løtuni eru nøkur lesandi í gongd eftir hesi ætlan, tey vera ætlandi liðug um hálvt annað ár. Í summar byrjaðu 20 lesandi á Byggitøkni, sum eisini ætla sær at halda fram at lesa til Byggifrøðing í Føroyum.

Vit ynskja teimum 6 hjartaliga tillukku við útbúgvingini.