Innandurakappingin var hildin fyri 9. ferð.
Fyrireikararnir takka øllum sum gjørdu tað møguligt, at hava innandura fótbóltskappingina Bylgju Cup á 9. sinni í KÍ høllini.
95 lið frá nærum øllum landinum luttóku, og tí var undirtøkan áleið eins góð sum undanfarnu ár. Hetta merkti, at áleið 500 leikarar spældu í KÍ høllini hesar báðar dagarnar millum jól og nýggjár. Fyrireikararnir ynskja at takka øllum hjálparfólkunum, sum høvdu størri og smærri uppgávur og ikki minst stuðlunum, ið eru nevndir niðanfyri.
Stuðlar hjá Bylgju Cup í 2017 vóru hesir:
JFK
Norðoya Sparikassi
Føroya Bjór
Klaksvíkar Kommuna
Gepetto
Angus Steakhouse
Hjá Frank
Norðlýsið
Vónandi síggjast vit aftur millum jól og nýggjár um eitt ár.




