Framstandandi limir í samgongu flokkunum eru sera skuffaði og fleiri gera nú alment vart við sína misnøgd á sosialu miðlunum.
Tað er stór misnøgd við at løgtingið enn einaferð ikki megnaði at plasera politiska ábyrgd, hóast skipanin er samd um at brot er framt á stýrisskipanina.
Serliga í Tjóðveldi ganga bylgjurnar høgt eftir gyltu vallyftini.
M.a. skrivar Niels Uni Dam soleiðis á sínum Facebook vanga:
Aja, so sat man og hálvsvav frammanfyri tingvarpinum hálva nátt, og eg má siga, at eg eri bestemt ikki imponeraður av samgonguni, ið annars umboðar m.a. mína atkvøðu.
Tá man hevur tosað so nógv um trúvirðið á skipanina, og lovað, at trúvirðið skuldi uppraðfestast, at man fór at taka ábyrgd og ikki seta einkultpersónar framum skipanina. So hevur man nú veruliga spælt fallit.
Fyrst var tað Sirið, ið onkursvegna kláraði at snúgva seg undan í málinum um Tórshavnar Havn, so var tað Høgni, ið megnaði at yvirliva ekstremt seinu avgreiðsluna, fyrst av menningarkvotunum, so av tí síðstu mennningakvotuni, og til síðst av kvotu/fiskidagaproblematikkinum.
Nú er tað so Rigmor. Eingin kann eftir viðgerðina í gjár, vera í iva um, at Landsstýriskvinnan átti at vita betri, ella tikið stig til at vita betri, og tað er sambært lógini nóg mikið. Eingin kanning fer at broyta tað.
Her er forbannað langt frá teori til praksis.
Kanska er tað ræðslan fyri at fella samgonguna, ið ger at tingfólk, ikki tora at atkvøða fyri, men sum nógv søgdu, so skuldi hetta slett ikki verið komið til, at eitt misálit bleiv lagt fram. Løgmaður og Landsstýriskvinnan í Mentamálum, skuldu havt avgreitt hetta langt frammanundan.
Eg veit ikki, um tað er vargalevnaðurin, ið hevur gjørt løgmann somikið veikan, ella um hann bara er so fittur, at hann vil øllum tað besta, men fyri trúvirðið er hetta bestemt ikki tað besta.
Hetta broti úr politiskum kjaki í KVF, sum Helgi Abrahamsen varatingmaður í Sambandsflokkinum hevur lagt út, er veruliga farið á flog á alnótini. Upptøkan er frá 4. november 2014:




