Tað standa í løtuni 25 børn á bíðilista til vøggustovupláss í Klaksvíkar Kommunu og fyri at nøkta bráfeingistørvin á vøggustovuplássum, hevur býráði samtykt eitt uppskot frá teknisku umsiting um at innrætta tvær vøggustovur í kjallara á Brekku
Í viðmerkingunum til málið stendur hetta at lesa:
….. Frágreiðing um málið:
Sum áður fráboðað hevur kommunan tørv á bráðfeingis ansingarplássum. Serliga er stórur tørvur á vøggustovuplássum 0-3 ár.
Børn fødd í 2017 sum tørva pláss:
Januar: 8 børn
Februar: 5 børn
Mars: 5 børn
Apríl: 2 børn
Mai: 1 barn
Juni: 3 børn
Hetta talið svarar til 2 vøggustovur. Og so eru nøkur sum ynskja pláss í august, men tey taki eg ikki við her, tí tá eru aftur pláss tøk.
Umsitingin vil vísa á hesa loysn til bráðfeingis tørvin:
Í Spælistovuni á Brekku heldur Dagrøktarskipanin til. Har skiftast dagrøktarar at koma við børnum, og tá ið tørvur er á gestarøkt, fáa børnini tilboð at koma í Spælistovuna, har hjálparfólk er sett til uppgávuna.
Í einum parti av kjallarahæddini halda húsavørðarnir til, meðan Dagrøktin brúkar ein annan part sum rørslurúm og goymslurúm. Samanlagt er talan um nógvar fermetrar, allarhelst nóg mikið til at innrætta til 2 vøggustovur.
Sverri Michalsen, byggifulltrúi, hevur givið til kennar, at kjallarahæddin er egnað til slíkt virksemi, og í løtuni teknar Hans Fróði Hansen frá TU eitt uppskot um, hvussu hølini kunnu innrættast, og hvørjar broytingar eru neyðugar, soleiðis at ein kostnaðarmeting kann verða gjørd.
Í øllum førum vita vit, at størri vindeygu og fleiri úthurðar skulu setast í. Eisini mugu vesir við skiftingarborðum gerast/keypast og annað neyðugt innbúgv og útgerð til slíkt virksemið.
Vit vita av royndum, at útvegan av dagstovnaplássum og ístandseting í tí sambandi er kostnaðarmikið, men í hesum føri metir umsitingin, at hetta er ein góð íløga, eitt nú av hesum orsøkum:
1. ein bygningur hjá kommununi verður betur (fult) gagnnýttur
2. eingin leigukostnaður
3. sum eigari av bygninginum fær kommunan fult virði og óskerda gagnnýtslu av íløguni
4. ein verandi stovnur (dagrøktin) verður víðkaður, so her slepst undan at stovna nakað nýtt
5. betri gagnnýtsla og størri nytta av dagrøktarleiðaranum og øðrum starvsfólkum
Vit hugsa hesa nýggju eindina sum ein “buffara”, tí vit tíðum hava plásstrot í árshálvuni januar- juli. Ætlan okkara er, at hendan eindin skal vera undir leiðslu av dagrøktarleiðaranum, sum er starvsettur í sama húsi.
Talan er ikki um eitt permanent tilboð til børnini, men eitt stað, har tey trygt kunnu vera, til pláss er úti á verandi stovnum. Altso hetta er eitt stað, sum vit lata upp, tá ið allir stovnar eru fullir, og sum vit lata aftur, tá ið eingin eyka tørvur er.
Ætlanin ávirkar sjálvandi húsavørðarnar, sum mugu flyta aðrastaðni. Eisini tekur hetta nakað frá Dagrøktarskipanini, sum av og á brúkar kjallaran til rørslu-/sansarúm. Vit meta tó, at umstøðurnar í ovaru hæddini nøkta spælustovutørvin í ríkiligt mát, og tí eigur hetta ikki at verða ein forðing fyri ætlanini, sum skal nøkta ein bráðfeingis tørv hjá kommununi.
Umsitingin mælir til, at nevndin tekur undir við ætlanini og gevur heimild til, at farast kann undir arbeiðið alt fyri eitt. Nevndin fær dagførda kunning um málið viðv. kostnaði og øðrum, so hvørt sum nýggj vitan er tøk
Lógargrundarlag:
Dagstovnalógin ásetur, at tað er ábyrgd kommununnar at útvega tilboð um barnaansing í nøktandi karmum.
Fíggjarligar avleiðingar:
Íløgan:
Innbúgv (borð, stólar, reolir o.líkn) 170.000
Útgerð (vognar, dýnur, búnýti) 140.000
Leikur og dagdvølja 50.000
Innkeyp tils. 360.000 kr.
Umvæling og ístandseting: Enn ókent (vónandi hava vit ein mettan kostnað til fundin 16/1-18)….



