Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Býráðið skipaði seg í Varpinum

Jóhann Lützen

Karl H. Johansen var einsamallur í uppskoti til borgarstjóra og heldur sostatt fram næstu fýra árini.

 

Jógvan Skorheim er fyrstvaldi í Klaksvíkar býráð og tí var tað hann, sum beyð vælkomin og greiddi frá skránni fyri fundin. Einans tvey mál vóru á fundinum – Val av borgarstjóra, varaborgarstjóra og nevndum og síðani áseting av býráðsfundum í 2025. 

Jógvan bað um uppskot til borgarstjóra og býráðsmeirilutin – sambandsflokkurin, tjóðveldi, javnaðarflokkurin og sjálvstýri – skeyt Karl Johansen upp til borgarstjóra. Hann varð valdur við 6 atkvøðum fyri og 5 blonkum. 

Karl Johansen yvirtók síðani fundarleiðsluna og síðani var Annika S. Biskupstø vald til varaborgarstjóra og harnæst allar nevndirnar. Býráðsfundsálmanakkin fyri 2025 varð síðani samtykur. 

At enda vóru myndir tiknar av býráðslimum einsæris og felagsmynd, sum vit fara at síggja komandi dagarnar. 

Nýggja býráðið tekur við 1. januar 2025.